Jump to content

Ævintýr

Fr� Wikipedia, hin fr�lsa alfr��in
Rey�hetta.

�vint�r eru sum skaldskaparslag munnbornar s�gur um vanlig folk � einum yvirnat�rligum heimi. Heiti� ve�ur n�tt um fleiri sl�g av s�gum, i� als ikki �ll hava sama yivrnat�rliga innihald. Antti Aarne og Stith Thompson hava gj�rt eina skr� yvir heimsins �vint�r. Har eru tey skift sundur � 5 h�vu�sb�lkar ella t�pur. Sum annar munnborin skaldskapur hava �vint�rini ongan kendan h�vund ella upprunaligan form. Tey kennast aftur eftir greining av s�gugongd og innihaldi, og � tann h�tt hava Aarne og Thompson skift tey sundur � t�pur hv�rja vi� s�num nummari og stavunum AT frammanfyri. Hesar t�pur og h�vu�sb�lkar eru: I Dj�ra�vint�r (AT 1-299), II Eginlig �vint�r (AT 300-1199), III Skemti�vint�r (AT 1200-1999), IV Formil�vint�r (AT 2000-2399) og V Ymisk �vint�r (AT 2400.2499). Hesin seinasti b�lkurin umfatar tey �vint�r, i� h�vundarnir ikki fingu at h�ska til hinar b�lkarnar.

� �llum vanligum br�ki ver�ur oftast hugsa� um s�gurnar � b�lki II, t� talan er um �vint�r. Serstakliga kanska undirb�lk A, i� ver�ur kalla�ur Ganda�vint�r (AT 300-749). � hesum b�lki eru m.a. t�r v�l kendu s�gurnar um ein f�t�kan drong, i� bjargar eini prinsessu, sum tr�ll vi� n�ggju h�vdum ella onkur onnur yvirnat�rlig vera hevur tiki�; � endanum giftist drongurin vi� prinsessuni og ver�ur kongur. Ella eina f�t�ka gentu, i� bjargar einum prinsi, sum ofta er umskaptur til okkurt andskr�miligt, og s��ani giftist vi� honum og gerst drotning. �ll liva s��ani lukkuliga.

H�ast �vint�r sum skaldskaparslag upprunaliga eru munnbornar s�gur, kenna vit tey n� � tíðini best og ivaleyst bert úr ritstjórnaðum, prentaðum útgávum. Charles Perrault (1628-1703) var hin fyrsti at geva út eitt savn við søgum, ið eru ritstjórnað ævintýr. Bókin kom í 1697 og nenvdist Søgur og frásagnir úr farnum tíðum við undirheitinum "Gásamóðir sigur frá" (Les Contes de ma Mère l’Oye). Millum søgurnar í hesum savni eru so víðagitnar søgur sum Reyðhetta, Tornarósa og Øskufía. Perrault óttaðist bókmentaliga og mentanarliga smakkin í tíðini, lagaði søgurnar til, sum honum tókti best og gav tær út í navninum á 10 ára gamla syni sínum. Bókin gjørdist ómetaliga væl umtókt og var sum frá leið týdd til flestøll fjølment evropeisk mál. Seinni fóru fólk aðrastaðni at savna og skriva upp ævintýr, og summpart við beinleiðis fyrimynd í søgunum hjá Perrault komu serliga í 19. øld fleiri kend søvn við ritstjórnaðum ævintýrum. Kendast eru ævintýrini hjá týskarunum Jacob og Wilhelm Grimm. Eisini í Norðurlondum vaks áhugin, og millum kendastu útgávur eru tær hjá Ewald Tang Christensen í Danmark, Asbjørnsen og Moe í Noregi, og Jóni Árnasyni í Íslandi.

Í Føroyum tók Jakob Jakobsen tráðin upp, og í árunum 1898-1901 gav hann út savn sítt við føroyskum sagnum og ævintýrum. Eisini hann ritstjórnaði søgurnar, sum hann savnaði, so vit kunnu siga, at soleiðis sum vit lesa tær hjá honum, hava tær ikki verið sagdar honum. Hansara ritstjórnan er mest av málsligum slag. Hann flytur munnliga frásøgn í skrift við teimum tillagingum, ið tá eru neyðugar, og hartil reinsar hann frásøgnina fyri útlendskan málburð. Mangt bendir á, at ævintýr valla eru gamal skaldskapur í Føroyum. Tað tykist, sum tey eru komin í munnliga frásøgn í Føroyum eftir fólksligum, einahelst donskum útgávum. Men sum væntandi er í munnligari søgulist, hava fólk lagað tey til so við og við, so tey ofta hava føroyskan dám í mongum lutum. Summi teirra eru tó ivaleyst gomul í Føroyum.

Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið